Russisku teldusníkarnir, sum fyri stuttum megnaðu at bróta seg inn í teldukervið í Hvítu Húsunum, hava millum annað lisið partar av teldusamskiftinum hjá amerikanska forsetanum. Hetta skrivaði New York Times í gjár.
Teldusníkarnir megnaðu at fáa atgongd til partar av ikki-loyniliga teldukervinum í Hvítu Húsunum og uttanríkismálaráðnum, men fyribils bendir einki á, at teir hava megnað at brotið seg inn á loyniligu servararnar, sum millum annað innihalda øll boð til og frá Blackberry-telefonini hjá forsetanum, sum hann altíð hevur hjá sær.
Teldusníkarnir fingu atgongd til teldupostin hjá fólki, ið regluliga samskifta við Barack Obama, og á hendan hátt hava teir kunnað lisið partar av samskiftinum hjá amerikanska forsetanum.
Amerikanska løgreglan hevur sagt, at russisku teldusníkarnir ikki fingu fatur á nøkrum loyniligum upplýsingum, men hóast teir einans hava havt atgongd til ikki-loyniliga teldukervið, er væl møguligt, at teir hava sæð og fingið fatur á týðandi upplýsingum kortini, so sum skráum, teldusamskifti við sendistovurnar og samskifti um politikk.
Einki verður sagt um, hvussu nógvar teldupostar, teldusníkarnir hava sæð, ella hvat innihald teirra var, men dentur verður lagdur á, at teldusníkarnir ikki høvdu fingið atgongd til sjálvan postkassan hjá forsetanum.