Hava leitað eftir deyðum manni

Maðurin, sum løgreglan hevur leitað eftir í sambandi við Madeleine McCann-málið, doyði fyri fimm árum síðani.

Fyrr í vikuni kunngjørdi bretska løgreglan, at hon leitaði eftir einum manni í sambandi við málið um Madeleine McCann, men ní er komið fram, at maðurin doyði í 2009. Madeleine hvarv í mei í 2007.

 

Myndugleikarnir høvdu illgruna um, at maðurin hevði framt kynsligan ágang ímóti fimm bretskum smágentum, sum hildu frí í Algarve í Portugal saman við foreldrunum fyri tíggju árum síðani. Madeleine McCann hvarv úr íbúðini, sum foreldur hennara høvdu leigað í Algarve. 

 

Bretska blaðið Guardian skrivar, at maðurin, sum løgreglan hevur leitað eftir, doyði fyri fimm árum síðani. Blaðið veit eisini at siga, at í 2010 kannaði løgreglan í Bretlandi og Portugal skuldsetingarnar ímóti manninum. Sum skilst kom løgreglan ongantíð til nakra endaliga niðurstøðu viðvíkjandi Euclides Monteiro, sum maðurin æt. Hann var ættaður av Cape Verde-oyggjunum og doyði 40 ára gamal í 2009 í einari ferðsluvanlukku, skrivar blaðið.