Í alla nátt hevur løgreglan leitað eftir einum smádreingi í Sandoynni. Tað var eftir midnátt, at løgreglan fekk boð um, at ein níggju ára gamal smádrongur var saknaður í Sandoynni, og at eingin visti, hvat hann var.
Talan kundi vera um, at hann var farin í fjøllini at liggja í tjaldi saman við nøkrum eldri dreingjum, men hann hevði ikki sagt frá.
Men tað var so svart í mjørka, at tað var ikki hildið at vera ráðiligt at senda fólk at leita. Men løgreglan fór við hundi at leita, tó uttan at finna nakað. Men í morgun hevur løgreglan fingið samband við ein av teimum eldru, sum smádrongurin kanska var saman við, og hann hevur váttað, at teir liggja í tjaldi við Tind ímillum Sand, og Skálavík.
Har er framvegis kavsvart í mjørka, men Hesin váttaði so eisini, at smádrongurin, sum leitað hevur verið eftir, er við. Men løgreglan hevur kortini ikki tosað við smádreingin sjálvan, men nú eru tey á veg á staðið við hundi at fáa tað váttað, at tað er hann.










