Løgreglan og bjargingarliðið í Havn hava leitað í alla nátt eftir tí 33 ára gamla havnarmanninum, Rógva Jacobsen, sum varð burtur í gjár. Bjargingarfelagið hevur leitað allastaðni framvið sjóvarmálanum og løgreglan hevur leitað á øllum teimum støðum, tey kunnu koma í tankar um, Rógvi kann hava leitað sær til.
Bæði báturin Lív og hundar hava verið við í Leitingini, men higartil hevur leitingin verið til fánýtis.
Løgreglan frættir tí framvegis fegin frá fólki, sum vita nakað um hann at siga.
Rógvi Jacobsen er seinast sæddur í Havn ímillum klokkan 15 og 16 í gjár
Hann er einar 170 cm høgur, førur og hevur stutt til krúnrakað hár.
Hann hevur fýrakantaðar myrkar ella svartar brillur.
Seinast hann er sæddur var hann í grønum/hvítum jakka, myrkum kovboybuksum og gráligum skóm.
Veit nakar um Rógva Jacobsen at siga, so boða løgregluni frá á telefon 351448.