Nú verður farið undir eina slóðbrótandi ætlan, sum kann fáa stóran týdning fyri skipaflotan.
Og tann ætlanin er at gera ein arbeiðsbát til alivinnuna, sum bara skal brúka grøna orku.
Uppgávan verður nú bjóðað út og eydnast tað, sleppur fyritøkan, sum vinnur útboðið, at gera sáttmála við Bakkafrost, sum síðani letur bátin byggja.
Bakkaforst og Landsstýrið siga í tíðindaskrivi, at tað eru Norðurlendska Ráðharraráðið og Føroya Landsstýri, sum hava tikið stig til verkætlanina, har endamálið er at finna grønar orkuloysnir til fjarskotin øki.
– Føroyska alivinnan varð tikin við upp á ráð, og hon gjørdi av, at Bakkafrost skuldi taka lut fyri vinnuna.
Kaj Leo Holm Johannesen er norðurlendskur samstarvsráðharri, og hann hevur skrivað undir eina ætlanaravtalu við Regin Jacobsen, stjóra hjá Bakkafrost.
Tað hevur mangan verið sagt, at tað ikki hevur eydnast at finna grønar orkukeldur til skip og bátar, og tí noyðast vit at brúka olju. Men endamálið við hesari verkætlanini at gera sjóvinnuna umhvørvisvinarliga
Bakkafrost brúkar umleið 60 arbeiðsbátar í alingini og har halda tey, at tað er sjálvsagt, at tey eru við í eini verkætlan, sum hesari.
– Vónandi eydnast hon so mikið væl, at bátar, riknir við grønari orku, verða sjálvsagdir hjá øllum alibrúkum, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.
Tað verður Umhvørvisstovan, sum skal stand vefyri verkætlanini og tað stendur teimum, sum vilja lata uppskot inn, frítt at velja grøna orkukeldu.
– Hesi næstu árini byggja vit vindorkuna munandi út, og vit vita, at nógvar dagar fer nógv avlopsorka at vera. Hetta er ein verkætlan, sum kann gagnnýta og goyma júst hesa orkuna, sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni.
Alibáturin fær fýra milliónir krónur í stuðli frá Norðurlendska Ráðharraráðnum og eydnast alt væl, fer báturin at sigla fyri Bakkafrost næsta ár.