Hava latið 55.000 krónur til vælgerðandi endamál

Gávurnar, sum Suðuroyar Ellis- og Røktarheim og bygdarfelagið í Sandvík, fingu, fullu á eitt turt stað

 

Peningagávur


Lions Klubburin í Suðuroy hevur nú aftur lati tvær peningagávur til vælgerðandi endamál í Suðuroynni.

Tað hendi, tá ið Lions-forsetin í Suðuroy, Ásbjørn Berg í Hovi, handaði Sunnvu Petersen, leiðara á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, ein kekk upp á 40.000 krónur.

Samstundis handaði hann Snorra Thomsen, nevndarlimi í Bygdarfelagnum á Rananum í Sandvík, ein kekk upp á 15.000 krónur.

Stuðulin til bygdarfelagið í Sandvík skal brúkast til at mála bygdarhúsið fyri.

Stuðulin, sum ellisheimið fekk, skal brúkast til at keypa ein buss fyri, sum er serútgjørdur til at flyta brekað fólk.

Ellisheimið hevur leingi ynskt sær ein buss, so at tey kunnu fara útferðir við búfólkunum. Tey hava savnað pening saman í langa tí til endamálið og nú er komið undir land.

Bussurin er keyptur og hann kemur um ein mánaða. Talan er um ein buss til átta ferðafólk.

Á eini lítlari samkomu á Tvøroyri nú ein dagin, takkaðu Sunnva Petersen og Snorri Thomsen fyri gávurnar, sum tey søgdu, komu ógvuliga væl við.


Hvør króna út aftur

Lions Klubbarnir kring heimin eru hjálparfelagsskapir, sum savna pening inn til vælgerðandi endamál.

Tey, sum fylgja við, hava lagt merki til, at viðhvørt skipar Lions fyri tiltøkum við tí endamáli at savna pening inn.

?Fólk spyrja javnan, hvagar hesin peningurin fer. Men tað er ein treyt hjá felagsskapinum, at hvør króna, sum verður savnað inn, verður latin útaftir, segði Ásbjørn Berg, tá ið hann handaði gávurnar.

Lions klubburin í Suðuroy hevur nú 15 ár á baki og hesa tíðina hevur hann latið nógvar hundraðtúsund krónur í stuðuli til ymisk vælgerðandi og mentanarlig endamál, mest ymsastaðni í Suðuroy, men eisini uttanlands.

Í løtuni arbeiðir klubburin við tveimum ætlanum. Onnur er at reisa ein minnisvara yvir kenda skaldið, Poul F. Hin ætlanin er sera tíðarkrevjandi og kostnaðarmikilÍ og tað er at savna so mong staðarnøvn í Suðuroynni sum gjørligt saman og seta tey á kort. Í hesum sambandi er samstarv fingið í lag við teldufyritøku, Munin, so at kortini við staðarnøvnum á, eisini verða teldutøk.

Annars hevur Lions klubburin í Suðuroy heimasíðu á alnetinum, hana finna tit á heima.olivant.fo/~lions-su/