Hava lagt skúlarnar saman í tvær vikur

Seinastu tvær vikurnar undan jólafrítíðini, eru skúlarnir, Norðskála-Oyrar skúli og skúlin í Tjørnuvík, lagdir saman í ein skúla

Skúli

Tey átta børnini, sum ganga í Tjørnuvikar skúla og tey 52 børnini, sum ganga í barnaskúlanum, Norðskála-Oyrar skúli, á Oyrarbakka, hava seinastu tvær vikurnar verið savnaði í skúlanum á Oyrarbakka. Samstundis hevur lærarin í Tjørnuvík, sum er Jón Magnus Joensen, eisini verið á skúlanum á Oyrarbakka saman við teimum 6 lærarunum, sum frammanundan starvast har.
Skúlastjóri á Oyrarbakka er Óla Jákup Joensen, og tað er hann, sum eigur hugskotið til átakið.
Skipað hevur verið fyri ymiskum tiltøkum á Oyrarbakka hesar dagarnar, næmingar og lærarar hava verið savnaðir, og í blaðnum leygardagin fara vit at prenta fleiri myndir, sum tiknar eru á skúlanum hesar dagar.
Allir næmingarnir á skúlunum báðum hava verið aktivir í teimum tiltøkum, sum verið hava, og serliga hava tey vant smáar sjónleikir, sum lærarar hava skrivað. Fleiri framførslur hava verið ymsastaðni, og bæði næmingar og lærarar eru fegnir um hesa læruríku og gevandi tíðina, teir hava verið undir sama taki.
Bæði Óla Jákup Joensen og Jón Magnus Joensen siga, at átakið krevur nógv meira av skúlanum enn vanlig skúlagongd, men teir fegnast um, at stig vórðu tikin til átakið, sum hevur eydnast ógvuliga væl.
- Hesir dagarnir hava verið rættiliga nógv øðrvísi enn vanligir skúladagar. Málið er at samstarva, og hetta hevur verið mennandi fyri bæði næmingar og lærarar.
Teir siga, at alt er planlagt niður í minstu smálutir, og tað
er eisini neyðugt, tá ið farast skal undir slíkt átak.
Jón Magnus Joensen sigur, at tiltakið eisini kemur næmingunum í Tjørnuvíkar skúla til góðar, tá ið hesir seinni fara á framhaldsskúla á Oyrarbakka.
- Vit kunnu ráða øðrum skúlum at taka slík stig, men neyðugt er at hava í huganum, at hetta er rættiliga arbeiðskrevjandi.
Óla Jákup Joensen og Jón Magnus Joensen eru fegnir um, at alt hevur gingist so væl.