Hava lagt lok á Suðuroyar Sjúkrahús

Fundur hevur verið ímillum leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi og almanna og heilsumálastýrið, men partarnir eru samdir um onki at siga enn

Tey yvir 100 fólkini, sum tilsamans arbeiða á Suðuroyar Sjúkrahúsi komu inn í ta nýggju øldina í líka stórari óvissu, sum tey fóru úr teirri gomlu øldini.

Tí enn er onki avgjørt um, hvør lagnan verður hjá sjúkrahúsinum, eftir at løgtingið ikki vildi hækka játtina so nógv, sum leiðslan á sjúkrahúsinum segði var neyðugt fyri at tað skuldi bera til at varðveita sjúkrahúsið í 2000 á sama støði sum í fjør.

Fundur hevur verið ímillum umboð fyri almanna og heilsumálastýrið og leiðsluna á sjúkrahúsinum um støðuna, men partarnir eru samdir um at halda tætt til eitt úrslit fyriliggur

Leiðslan á sjúkrahúsinum hevur víst á, at skuldi sjúkrahúsið varðveitast á sama støði, sum í fjør, var tað neyðugt at løgtingið játtaði tvær milliónir meiri enn tað gjørdi.

Men tað vildi tingið ikki.

Og avleiðingin av tí er, at ímillum 12 og 16 fólk mugu sigast upp. Fólk hava so langa uppsagnartíð, tey flestu 3-6 mánaðir og tí er tað neyðugt at siga so nógvum fólkum upp fyri at halda játtanina, tí sjúkrahúsið verður ikki leyst av fólki fyrrenn í fyrsta lagi einaferð í vár ella í summar, og sostatt skal alt sparast in uppá 3/4 til 1/2 ár.

Tilsamans eru 67, 2 fulltíðarstørv á Suðuroyar Sjúkrahúsi og talan er sostatt um at siga 20-25 av størvunum upp. Og so kann sjúkrahúsið ikki virka sum sjúkrahús longur, hevur annar yvirlæknin á sjúkrahúsinum, Bogi Djurhuus, áður sagt fyri Sosialinum og sjálvur mátti hann umhugsa sína framtíð á sjúkrahúsinum. Leiðslan á sjúkrahúsinum hevur eisini boðað frá, at talan er um so ógvuligsar sparingar, at tað kann ikki gerast við at siga einstøkum fólkum upp.

Tí skal játtanin haldast, er tað neyðugt at taka heilar funktiónir av. Og tað er ein uppgáva, sum landsstýrið sjálvt má taka støði til, hvørjar funktiónir skulu takast av. Fyri jól fekk leiðslan á sjúkrahúsinum boð frá almanna og heilsumálastýrinum um ikki at seta nøkur tiltøk í verk, fyrrenn fundur hevði verið ímillum sjúkrahúsið og almanna og heilsumálastýrið. Tann fundurin var ímillum jól og nýggjár, men partarnir eru samdir um onki at siga enn.