Nakrar dagar fyri páskir varð boðað frá rættiligum óveðri í gjár og í nátt, og út á dagin í dag, men tað heilt ringa veðrið rakti okkum kortini ikki.
Kortini hevur tað verið heilt fitt av vindi og kavaroki í gjár og í nátt, men tað hevur ikki elvt til stórvegis trupulleikar. Løgreglan sigur, at umframt vindur og kavarok, hevur tað eisini verið kalt nógvastaðni, og sostatt hevur tað eisini verið ógvuliga hált. Tað hevur elvt til nøkur heilt fá ferðsluóhapp, har bilar gliðu í hálkuni, men talan hevur bara verið um smávegis, materiellan skaða.
Onkrir einstakir stormskaðar eru eisini fráboðaðir, men eisini tað hevur verið smáttarí.
Men tað eru vánalig koyrilíkindi fleiri staðni við jarðroki og á Facebokk mælir ein til, at tey, sum fara í bil, eiga at hava heit klæðir, teppi og okkurt drekkandi í bilinun, tí tað er so nógv jarðrok, og tað er so kalt, at vandi er fyri bilurin steðgar upp av tí kavi kemur í luftfiltrið - ella at okkurt annað hendur.
Tey ringu líkindini hava eisini fingið avleiðingar fyri samferðsluna, fyrst og fremst koyringina hjá Bygdaleiðum. Sum støðan er nú, verður eingin koyring fyrrapartin ímillum Havnina Vestmanna, og heldur ikki til Gømlurætt, Flogvøllin og til Sørvágs, og tað er óvist hvussu tað verður seinnapartin.
Somuleiðis er øll koyring avlýst í dag í Kalsoynni og ímillum Klaksvík og Kunoy og Viðareiði. Og Tað verður heldur eingin koyring í dag ímillum Havnina og Klaksvík, ímillum Fuglaførð, Gøtudal og Klaksvík, og heldur ikki ímillum Skálafjørð og Kollafjørð.
Smyril fór ikki fyrsta túr av Krambatanga nú klokkan 8. 30 í morgun og sostatt fer hann heldur ikki av Havnini klokkan 11. Og Erla Kongsdóttir fer, í fyrsta lagi, at sigla túrin úr Havn klokkan 16.20 og so ætla tey at royna aftur at sigla túrin av Havnini klokkan 19, men tað veldst um veðrið.
Flogfarið, sum skuldi koma úr Keypmannahavn í Vágar seinnapartin í dag, hevur eisini avlýst, men sum tað sær út nú, koma flogførini úr Keypmannahavn, Bergen og Billund í kvøld.
Í morgun er tað framvegis nógvur vindur, jarðrok og hált, so koyrilíkindini eru vánalig, men fer vindurin av hæsað av, og hann fer at minka so líðandi í dag og í morgin.