Hava lært nógv av EM/HM undankappingini

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Elisabeth Purkhús heldur, at føroyska liðið hevur nógv at taka við sær til komandi avbjóðingar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Elisabeth Purkhús á Rás2, aftaná 1-3 tapið hjá føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti ímóti Kýpros í EM/HM undankappingini, sum hevur verið í høllini á Hálsi í Havn seinastu dagarnar.

 

Elisabeth Purkhús heldur, at føroyska liðið vísti framúr gott spæl í triðja setti, sum Føroyar vunnu 3-1, men tað ergrar hana, at føroyska liðið ikki megnaði at halda fast við tær góðu taktirnar liðið vísti, tá tær vunnu 25-19 á Kýpros í triðja setti.

 

Elisabeth Purkhús hyggur tó frameftir til víðari EM-luttøkuna, og slær fast, at føroyska liðið fer at taka tað við sær til næstu avbjóðingina, sum tær hava lært í hesari undankappingini.