Hava lært av royndum

Vit føroyingar hava lært nógv av royndunum hjá okkara trý ára gamla landsstýri.

 

Edmund Joensen



Vit føroyingar hava lært nógv av royndunum hjá okkara trý ára gamla landsstýri. Vit hava í øllum førum fingið væl útgreinað úrslitið av eini møguligari loysing frá hinum partinum av ríkinum.

Nú er tað próvfast, at loysing merkir mist ríkisborgararættindi og fíra ár til at avvikla tað fíggjarliga.

At hetta hevði fingið ovurstórar negativar avleiðingar fyri alt føroyska samfelagið (avleiðingar sum rukku inn í hvønn krók í landinum), er væl eingin í iva um longur.


Nýtt mandat

Eftir tað sum farið er fram ímillum landsstýrið og stjórnina farnu árini, má eitt nýtt mandat til frá Føroya fólki, áðrenn møguligar broytingar verða gjørdar. Fólk eru nú betur enn nakrantíð før fyri at meta um tær ovurstóru avleiðingar, sum loysingin fær fyri hvønn einasta føroying. Tað hava loysingarflokkarnir so í øllum førum fingið klárlagt fyri øllum føroya fólki.


Einki skilagott burturúr

Søgan hevur lært okkum, at tað kemur lítið skilagott av skafti, seinasta árið í einum valskeiði. Vanliga hevur seinasta árið í valskeiðnum verið eitt langt valstríð. Tað sum ikki er gjørt skilagott tey fyrru trý árini, verður heldur ikki gjørt tað seinasta.

Fyri fíggjarlógina er hetta árið mangan ein dýrur umgangur.

Umframt at vit nú koma inn í seinasta árið í valskeiðnum, so skulu vit helst um stutta tíð eisini hava fólkatingsval og sáttmála-samráðingarnar í vár lætta heldur ikki um.

Rakstrarútreiðslurnar á fíggjarlógini eru hækkaðar umleið eina hálva milliard bara í hesum valskeiðnum. Harumframt koma íløgurnar (summar á- og aðrar uttanfyri fíggjarlógina).

Tað skal tí ikki stórt hugflog til, fyri at rokna út, hvat er best fyri føroyska samfelagið.


Siðvenja

Í okkara grannalondum við tilsvarandi stýrisskipan, hoyrir tað til politisku siðvenjuna, at val kann verða útskrivað nær sum helst. Ráðharrar verða fluttir ella skiftir næstan sum lagið er á forsætismálaráðharranum.

Her í Føroyum skal næstan hvør løgfrøðingur í býnum ella Føroya rættur avgerða fyri løgmann, hvør er skikkaður at vera landsstýrismaður, ofta aftaná langa eyðmýking av løgtinginum.


Mugu reinsa luftina

Tað burdi verið tað mest náttúrliga, at reinsa politisku luftina, eftir stóru rembingarnar og skaðan, sum henda samgongan hevur framt á ríkisfelagsskapin.

Tað ber heldur ikki til at senda somu persónarnar, sum hava skapt allar samanbrestirnar, avstað aftur til samráðingar. Tí kemur einki gott burturúr.

Vit allir føroyingar burdu havt lært av royndum.