Hava kveikt í eitt ár

Í dag er eitt ár síðani at dátugrunnurin Kveik.fo lat upp Kveik er ein portalur, har kvinnur skráseta seg við fakligum førleikum, royndum og áhugamálum. Á Kveik.fo er einfalt at finna skikkaðar kvinnur til fjølbroyttar uppgávur ? tað verið seg til nevndarsessir, netverk, størv, álitisstørv og annað.

Dátugrunnurin verður væl vitjaður. Millum 1000 og 3000 vitja hvønn mánað og tey, ið fara inn á Kveik, leita miðvíst í skrásettu profilunum. Fleiri enn 10 000 síður verða í miðal vístar hvønn mánað, og tað merkir, at profilarnir á Kveik dúgliga verða latnir upp.

312 kvinnur hava higartil skrásett seg við sínum royndum og fakligu førleikum. Javnan frættir Kveik frá kvinnum, ið hava fingið tilboð um nevndarsessir ella aðrar týðandi uppgávur, eftir at tær skrásettu seg á Kveik. Til stuttleika kann nevnast, at stjórin í Vinnuhúsinum, forkvinnan í Starvsmannafelagnum, landsstýriskvinnan í mentmálum, landsstýriskvinnan í vinnumálum, fíggjarnevndarformaður Løgtingsins og sendikvinna Føroya í Reykjavík allar vóru skrásettar á Kveik.fo, áðrenn tær fingu hesu týðandi størv.

- Umráðandi er at strika undir, at Kveik er fyri kvinnur úr øllum yrkjum og úr øllum landinum. Kveik er fyri allar kvinnur, ið ynskja at vera sjónligar og at taka við ábyrgd í samfelagnum, siga stigtakararnir í tíðindaskrivi.