Franska løgreglan heldur seg hava funnið mannin, sum skjeyt fýra fólk uttan fyri ein jødiskan skúla í býnum Toulouse. Løgreglan hevur kringsett eini hús í Toulouse, men tann 24 ára gamli maðurin, sum er inni í húsunum, sýtir fyri at geva seg yvir.
Í morgun ljóðaði, at løgreglan hevði tikið mannin, men tað varð avsannað seinni. Løgreglan sigur, at ein beiggi mannin er tikin. Løgreglan hevur biðið mammu teirra um hjálp fyri at fáa tann 24 ára gamla at geva seg yvir, men tað vil hon ikki.
Sambært tíðindastovuni AFP eru myndugleikarnir sannførdir um, at teir hava funnið tann rætta mannin. Sagt verður, at maðurin er limur í al-Qaeda, og at hann hevur verið í Afghanistan og Pakistan.