Sáttmálatræta
? Tað er heilt langt ímillum partarnar, so spurningurin er, hvussu tað fer at ganga.
Tað mundi vera við blandaðum kenslum, at Ingeborg Vinther, helt 1. meidagshald á altjóða arbeiðarafelagnum í gjár.
Tá hevði hon sitið í fleiri tímar og togast við Føroya Arbeiðsgevarafelag um ein nýggjan sáttmála.
Men tað eydnaðist ongantíð at fáa glið á samráðingarnar og um tvey tíðina týsnáttina máttu partarnir viðurkenna, at har var onki at gera.
? Tað skerst ikki burtur, at sáttmálsamráðingarnar eru slitnaðar, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.
Tað endaði við, at arbeiðsgevararnir gjørdu at at senda boð eftir semingsmonnunum. Teir báðir semingsmenninir, John Rajani og Súni Schwartz Jacobsen, hava sostatt yvirtikið samráðingarnar.
Á miðdegi í gjár høvdu teir ikki kallað partarnir saman aftur til fundar, men Ingeborg vinther væntaði at hoyra frá teimum hvørja løtu.
Trupul uppgáva
Men sjálv hon ivast ikki í, at semingsmenninir fáa eina trupla uppgávu.
? Vit standa so mikið langt frá hvørjum øðrum, at tað verður uttan iva trupult hjá semingsmonnunum at fáa eina semju snikkaða til, sum báðir partar kunnu góðtaka, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at Føroya Arbeiðarafelag hevur kravt eina lønarhækking upp á 20%.
Tað heldur hon er ikki órímiligt, tá ið hugsað verður um, at kanningar vísa, at keypiorkan er fallin10% hesi bæði seinastu árini, so nógv er alt dýrkað.
? Samstundis hava vit gjørt púra greitt frá fyrsta degi, at fáa vit ikki eina fittliga lønarhækking hesuferð, verður ikki talan um at gera meiri enn ein eittárssáttmála.
Annars hevur talan verið um tvey ára sáttmálar nú heilt leingi.
Samstundis hevur Føroya Arbeiðarafelag eisini kravt, at verkafólk hereftir skulu lønast eftir starvsaldri.
? Tað er heilt órímiligt, at eitt fólk, sum hevur drúgvar royndir, t.d. á einum flakavirki, ikki skal fáa meiri í løn enn eitt fólk, sum kemur beint inn av gøtuni og ikki er inni í arbeiðnum.
Ingeborg Vinther sigur, at harafturat hevur felagið kravt at hon verður settur á ymisk mál í sáttmálanum, sum hava ligið á láni í mong ár.
? Arbeiðsgevarin hevur púra afturvíst okkara krøvum og tað eru fleiri av okkara krvøum, sum vit ikki so frægt sum hava viðgjørt nakað serligt. Tí vænti eg, at uppgávan hjá semingsmonnunum verður ómetaliga trupul hesuferð.
Men í øllum førum kann sigast, at Føroya Arbeiðarafelag hevur sett sær fyri at fáa munandi batar í sáttmálanum.
? Vit eru nú í 2001 og tað kann ikki blíva við, at tey lægstløntu, sum arbeiða í framleiðsluni, ferð eftir ferð skulu vera við sviðusoð afturímóti teimum alment løntu, sigur Ingeborg Vinther.
Fara at tosa við partarnar
Semingsmenninir, John Rajani og Súni Schwarts Jacobsen, fara nú at seta seg inn í, hvat Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, eru ósamd um.
Týsnáttina vóru teir kallaðir upp í samráðingarnar ímillum teir báðar partarnar, tí sjálvir mettu teir seg ikki, at teir komu longur.
John Rajani sigur, at tað fyrsta, teir hava gjørt, er at útseta eitt møguligt verkfall í eina viku.
? Síðani fara vit at halda fund við partarnar hvør sær. Tá ið vit soleiðis hava sett okkum inn í, hvat ósemjan snýr seg um, fara vit at fyrireika semingina. Tá verða partarnir kallaðir saman til fundar at vita, um ikki eitt úrslit kann spyrjast burturúr.










