Hava kríggjast móti yvirgangi í 15 ár

Í dag eru 15 ár síðani George W. Bush kunngjørdi, at USA fer í kríggj móti yvirgangi. Hvussu er støðan í dag?

Í dag eru 15 ár liðin, síðani George W. Bush kunngjørdi fyri amerikansku kongressini, at nú byrjaði kríggið móti yvirgangi.

 

- Okkara kríggj móti yvirgangi byrjar við Al-Qaeda, men tað steðgar ikki har. Tað steðgar ikki, fyrr enn hvør einasti yvirgangsbólkur, ið røkkur um allan heimin, er funnin, steðgaður og sigraður, segði George W. Bush.

 

Seinastu árini eru heimurin broyttur nógv, nógvar stjórnir eru broyttar, einaræðisharrar koppaðir og yvirgangsleiðarar dripnir. Kortini er yvirgangur ein eins stór hóttan sum tó, um ikki størri.

 

Fyrsta stigið í herferðini hjá amerikanska herinum, var at gera innrás í Afghanistan, har Taliban hýsti Al-Qaida. Hetta var 7. oktobur 2001. Longu í novembur høvdu amerikanskar herdeildir tikið Kabul, meðan Taliban og Al-Qaida fjaldu seg í fjallaøkinum millum Afghanistan og Pakistan.

 

Friður gjørdist tó eingin, og líkt er til, at amerikanarar og eingilsmenn sóu møguleikan at sleppa av við eina aðra plágu í miðeystri, nú teir kortini vóru har. Onkur vil vera við, at tað vóru lokkandi ríkidømi oljunnar, í dróg londini inn í Irak, men sjálvur søgdu teir, at teir høvdu prógv fyri, at Saddam Hussein hevði hópoyðingarvápn og teir óttaðust, hvat kundi henda, um hesi vápnini endaðu í skeivum honum.

 

Í mars 2003 gjørdi USA tí innrás í Irak. Eisini her var mótstøðan lítil og tveir mánaðir seinni kunngjørdi George W. Bush, at innrásirnar vóru fullførdar. Í desembur varð Saddam Hussein funnin í eini holu. Trý ár seinni, í desembur 2006, varð hann hongdur. Fimm ár seinni, 2. mai 2011, varð Osama Bin Laden funnin og skotin í Pakistan.

 

Í 2013 kunngjørdi Barack Obama, at kríggið móti yvirgangi var av. Hann kunngjørdi í valstríðnum, at hann skuldi taka allar amerikanskar stríðsmenn úr Afganistan, umframt at hann skuldi steingja fangaleguna í Guantanamo. Í 2013 skuldi stríðið miðsavnast um eina nýggja hótta á altjóða pallinum, ISIS.

 

Enn eru amerikanskir hermenn í Aghanistan og Irak og seinastu boðini frá forsetanum eru, at seinastu hermenninir ikki fara úr økinum fyrr enn í 2024. Enn sita yvirgangsmenn undir illgruna í fangaleguni í Guantanamo. Og enn verða yvirgangsálop framd um allan heimin.

 

Seinastu trý árini hevur talið av deyðum í yvirgangsálopum ligið um 30.000 hvørt ár, væl hægri enn undanfarin ár. Tað hoyrir tó til søguna, at av øllum yvirgangsálopum, so eru tað einans trý prosent, sum raka lond í vesturheiminum. Tey allar flestu vera framd í Irak, Sýria og Nigeria. Hinvegin, so hava færri enn 100 fólk latið lív í yvirgangsálopum í USA síðani kríggið móti yvirgangi byrjaði. So á tann hátt hevur tað kanska verið væl eydnað, fyri amerikumenn.