Hava koyrt í alla nátt – og eingin hevur fingið bót

Enn er royndin hjá Tórshavnar Býráði at banna lastbilum at koyra um náttina, miseydnað

Skeltið er broytt, men fyribils hevur tað onga ávirkan havt

Fyribils hevur tað ikki havt nakra ávirkan, at Tórshavnar Býráð hevur sett skelti upp við tí endamáli at banna stórum lastbilum at koyra ígjøgnum Havnina um náttina. Forboðið miðjar fyrst og fremst ímóti at forða fyri grótflutningi ímillum Gomlurætt og Runavíkar Havn um náttina, men fyribils hevut tað ikki havt nakra ávirkan.  

 

Tórhallur Thomsen, sum stendur fyri koyringini, sigur, at hann hevur ongar viðmerkingar og tað hevur løgreglan heldur ikki beint nú.

 

Men Tórhallur Thomsen váttar kortini, at bilarnir hava koyrt við gróti sum vanligt í nátt og hann váttar eisini, at eingin bilførari hevur fingið bót.

 

Tað var týsdagin, at býráðið setti skelti upp, sum bannaði koyring við stórum lastbilum um náttina, men tað skelti ávirkaði ikki grótflutningin, tí niðurstøðan var, at skeltið varð skeivt. Tað bannaði nevniliga bara koyring við lastbilum við viðfestisvogni, og tað var tað ikki talan um í hesum føri. Síðani varð skelti broytt, men tað hevur heldur ikki havt nakra ávirkan.

 

Sum sagt hevur eingin nakrar viðmerkingar, men tað, vit hava fingið at vita frá ferðslukønum, er, at tíðaravmarking kann ikki setast undir eina vektavmarking. Vektavmarking verður sett á har vegirnir ikki tola meiri enn eitt ávíst trýst.

 

Og tola vegirnir ikki eitt ávíst trýst um náttina, tola teir heldur ikki meiri enn eitt ávíst trýst um dagin. So tá ið skeltini vísa, at tað er forboðið at koyra við bilum, sum viga meiri enn 26 tons um náttina, má sama forboð verða galdandi um dagin, siga ferðslukøn fyri okkum.  

 

Skeltið er broytt, men fyribils hevur tað onga ávirkan havt