Hava konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið

(FM1) Jan Berg Jørgensen og Eyðun Eliasen sum syngja við "Bollunum" vitjaðu FM1 fyrrapartin í dag

 

Komandi leygarkvøld klokkan 20 hava "Bollarnir" konsert í mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

Talan verður um eina øðrvísi konsert lova Jan Berg Jørgensen og Eyðun Eliasen frá "Bollunum", ið vitjaðu FM1 fyrrapartin í dag.

 

Bollarnir eru mannaðir av 10 sangglaðum monnum. Síðani 2011, hava Bollarnir framført um alt landið og hava millum annað eisini framført í Harpu í Reykjavík og í Central Park í New York. Og nú sleppa teir at trína á pallin í Mentanarhúsinum í Fuglafiðri fyri fyrstu ferð.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Zachariasen og Eyðfinn Drewsen høvdu við Jan Berg Jørgensen og Eyðun Eliasen á FM1 fyrrapartin í dag.