Hava keypt spælara frá "sama breiddarstigi"

Í fótbóltsfelagnum Florø í næstbestu norsku fótbóltsdeildini fegnast tey um at hava fingið ein spælara, sum er frá sama breiddarstigi

Í Florø, sum spælir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, OBOS-liguni fegnast tey um, at felagið hevur skrivað undir ein sáttmála við ein føroyska landsliðsspælara, sum eitur Patrik Johannesen.

 

 

Við heimasíðu felagsins sigur Patrik Johannesen, at málið hjá honum er vinna seg á liðið, og at skora mál. Patrik Johannesen sigur seg hava lagt merkið til, at Florø er eitt fótbóltsfelag, sum er á veg fram. Tó er Patrik Johannesen greiður yvir, at talan verður um eitt drúgt kappingarár við nógvum dystum.

 

Heimasíðan hjá Florø ger nógv burturúr, at heimaoyggin hjá Patriki, Suðuroyggin og Florø liggja á sama breiddarstigi, 61.59°.

 

Myndin sum sæst omanfyri er frá heimasíðuni hjá Florø, sum vil undirstrika yvirfyri lesarum sínum hvaðani Patrik Johannesen er ættaður, men ólukkutíð stendur pílurin á Vági, og ikki á Tvøroyri, men Patrik Johannesen fer uttan iva at siga teimum í Florø frá hesum.