Á Portalinum í gjárkvøldið høvdu vit grein og samrøðu við skiparan á garnaskipinum, Oknini í Saltangará. Í vikuni hava teir, sum eiga skipið, verið í Noregi og hugt at øðrum skipi, sum skal koma í flotan fyri gomlu Oknina, sum er smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju í 1964.
Í dag veit Netávísin at siga, at Sp/f Lógv í Saltangará, sum eigur Oknina, hevur keypt norskt/russiska línuskipið, Nordic Sea, og at teir vænta at sigla úr Noregi við skipinum mánakvøldið.
Nordic Sea hevur seinastu árini verið skrásett í Ruslandi, men tað hevur alla tíðina verið norska reiðaríið, Ervik Havfiske, ið hevur rikið skipið.
Nordic Sea er bygt í Flekkefjord í Noregi í 1978. Skipið er slakar 37 metrar til longdar og slakar 8 metrar breitt. Tað er merkt 344 bruttotons. Maskinan er ein 690 hesta Callesen.
- Nú skal so skipið, sum higartil hevur roynt við línu, riggast um til garnaveiði, veit Netávísin at siga í dag.