Donsku F-16 flogførini, sum eru send til Irak sum partur av herferðini móti IS, hava verið á veingjunum fleiri ferðir um dagin seinasta døgnið.
Átøkini fevna í høvuðsheitum um atgerðir í norðara partinum av Irak og í mið-Irak.
Danska verjan boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at atgerðirnar eru sum stuðul til hernaðardeildir á jørðini, og hava allar verið álopsatgerðir.
Donsku flogførini hava nú kastað 37 bumbur í 27 atgerðum, boðar danska verjan frá.
Les eisini Føroyar skulu spyrjast, tá Danmark fer í kríggj
Les eisini Sjúrður atkvøður fyri at Danmark skal í kríggj










