Leiðarin á altjóða kjarnorkustovninum IAEA, egyptin Mohamed ElBaradei, sigur, at tað er væl hugsandi, at Norðurkorea hevur seks kjarnorkubumbur.
Í samrøðu við amerikanska sjónvarpið CNN um vikuskiftið segði ElBaradei, at Norðurkorea hevur nóg mikið av plutonium til at gera fimm ella seks kjarnorkubumbur, og at landið eisini hevur ta neyðugu tøknina til at gera bumburnar.
Amerikanskir myndugleikar hava fyrr sagt, at Norðurkorea hevur eina ella tvær kjarnorkubumbur. Tað hava norðurkoreanar ikki gjørt nakrar beinleiðis viðmerkingar til, men tann 10. februar kunngjørdi stjórnin í Pyongyang, at landið hevur útvegað sær kjarnorkubumbur fyri at verja seg ímóti USA. Amerikanska blaðið The New York Times vildi fyri nøkrum døgum síðani vera við, at Norðurkorea fyrireikar eina royndarspreinging undir jørð, men Mohamed ElBaradei heldur ikki, at Norðurkorea fer at gera tað, tí tað hevði bara elvt til øsing ímóti landinum, sigur hann.