Hava kanska hoyrt tekin frá horvna flogfarinum

Eitt kinesiskt leitingarskip hevur í dag hoyrt eitt tekin, sum kann vera frá svarta kasssanum í tí horvna malaysiska flogfarinum.

Tað skrivar tann almenna kinesiska tíðindastovan Xinhua sambært amerikanska sjónvarpinum CNN.

 

Sambært tíðindunum hoyrdi skipið eitt tekin á 37,5 kHz, ið sum skilst er tann frekvensur, sum tann svarti kassin sendir á.

 

Malaysiasn Airlines-flogfarið hvarv tann 8. mars á veg úr Kuals Lumpur til Beijing. Umborð vóru 227 ferðafólk, og manningin taldi 12.

 

Ta seinastu tíðina hava 13 flogfør og 11 skip leitað í einum øki í útnyrðing úr avstralska býnum Perth. Battaríini í svarta kassanum vara ein mánað, og tá tey eru tóm, gevst kassin at senda.