Seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt umfatandi ferðslukanningar í Suðuroy.
Jaspur Vang, politiovasti í Suðuroy, sigur, at tilsamans eru einir 500 bilar kannaðir.
Tilsamans hava einir 65 bilførarar fingið bót og av teimum fingu 15 bilførarar harafturat klipp í koyrikortið.
Jaspur Vang sigur, at samanborið við landið annars, er støðan hjá bilførarunum í Suðuroy sostatt á góðari leið.
Flestu bøturnar og klippini vórðu givin fyri trygdarbelti, antin sótu fólk ikki í belti, ella høvdu tey børn í bilinum, sum ikki sótu í belti, ella sótu tey ikki spent eftir forskriftunum.
Men nógvar bøtur vórðu eisini givnar fyri ólóglig dekk og bilførar fingu eisini bót fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Hann leggur afturat, at nú tað fer at myrkna, fer løgreglan at gera fleiri ferðslukanningar, har tey serliga fara at kanna um ljós og dekk eru í lógligum standi.










