Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Taks og Politiið, hava nú verið á síni fyrstu eftirlitsferð á føroyskum arbeiðsplássum við útlendskari arbeiðsmegi.
Hetta er eitt samstarv, Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Taks og Politiið hava skipað fyri at bøta um eftirlitið við útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum, og fyri at vita um øll viðurskifti eru eftir forskriftunum.
Og í farnu viku vóru tey fyrstu eftirlitini, tá ið fýra arbeiðspláss vórðu kannað, tvey í byggivinnuni og tvey í matstovu- og gistingarhúsvinnuni.
– Í sambandi við eftirlitsvitjanirnar kundu myndugleikarnir staðfesta, at arbeiðsloyvir vóru ikki í lagi á tveimum arbeiðsplássum. Hetta hevði við sær, at viðkomandi starvsfólk fingu forboð fyri at arbeiða til loyvini eru fingin í rættlag, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið, í einum tíðindaskrivi í morgun.
Harumframt vóru arbeiðsumstøðurnar ikki eftir forskriftunum á nøkrum av arbeiðsplássunum og tí arbeiðsgevararnir eina freist til at fáa viðurskiftini í rættlag.
Tey siga, at næstu eftirlititsferðirnar verða í januar og februar og fyribils halda tey, at mannagongdirnar riggaðu væl og at ábyrgdarbýtið millum myndugleikarnar var greitt.
Dentur verður lagdur á at hava eftirlit við, um arbeiðsgevarar halda reglurnar um arbeiðsloyvi, skatt, meirvirðisgjald og arbeiðsumhvørvi, verður sagt í tíðindaskrivinum.