Hava kannað útlendingar á tveimum arbeiðsplássum

Í tí eina førinum skulu umstøðurnar kannast nærri

Í gjár var løgreglan á tveimum føroyskum arbeiðsplássum við tí endamálið at kanna útlendsku arbeiðsmegina á staðnum.

Í hesum sambandi varð kannað um útlendingarnir, sum vóru í arbeiði, høvdu øll síni viðurskifti í sambandi við arbeiðsloyvi ílagi.

Løgreglan sigur, at á øðrum arbeiðsplássinum vóru tveir útlendingar og har var einki at finnast at.

Á hinum arbeiðsplássinum vóru átta útlendingar, og í tí førinum vóru onkrir upplýsingar, løgreglan skuldi kanna nærri, tí tað var ikki heilt samsvar ímillum upplýsingarnar teir góvu, og upplýsingarnar løgreglan hevði.

Men løgreglan sigur, at eru øll viðurskifti ikki eftir forskriftunum, verða tey fingin í rættlag, men tað kostar eisini eina bót.