Hava kannað Huawei

Føroya Tele hevur kannað kinesiska samstarvsfelagin, ið USA óttast

Wall Street Journel kundi í vikuna avdúka, at amerikanska stjórnin hevur í seinastu roynt at sannført samstarvsfelagar kring heimin um ikki at handla við kinesisku fyritøkuna Huawei, tí man stúrir fyri, at fyritøkan kann njósna fyri kinesisku stjórnina.


Tað er ikki nakað nýtt, at Huawei verður ákært av amerikansku stjórnini fyri at njósna fyri kommunistiska stýrið, men hava ákærurnar verið frammi fleiri ferðir áður.


Longu í 2015 kannaði Føroya Tele ákærurnar, tá felagið fór undir eitt samstarv við Huawei um at menna føroyska netið. Tað upplýsti Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, í samrøðu við Sosialin 21. august í ár.


- Vit taka allar slíkar ákærur í størsta álvara, men havast skal í huga, at Huawei og teirra tøkni er undangóðkend í 150 londum. Kortini valdu vit saman við donsku løgregluna, at gera eina óhefta kanning av Huawei og teirra tøkni, áðrenn vit fóru undir samstarvið í 2015. Kanningin staðfesti, at vit nýttust ikki at stúra fyri nøkrum, segði Jan Ziskasen tá.


Stjórin í Føroya Tele vísti eisini á, at man í fyritøkuni fylgir væl við virkseminum hjá Huawei Cyber Security Evaluation Center (HCSEC), ið er ein grein undir bretsku fregnartænastuni GCHQ, ið hevur einans til endamál at halda eyga við virkseminum hjá Huawei í Bretlandi.


- HCSEC hevur til uppgávu at loypandi eftirkanna fyritøkuna, tøknina og allar tænasturnar hjá Huawei og stovnurin letur eina árliga frágreiðing úr hondum um støðuna. Um tað eru manglar ella hol, ið muga tættast, fær Huawei boð um at broyta tað ella tætta holini, segði Jan Ziskasen.


Stjórin í Føroya Tele brúkti eisini høvi at vísa á, at hann metti, at ein partur av stríðnum millum USA og Huawei skal síggjast í ljósinum av handilskrígnum millum USA og Kina. Fyri honum tykist talan vera um ein strategi fyri at fáa eina betri handilsavtalu í hús við Kina.


- Tað sum man sær frá amerikanskari síðu er, at man kastar alt upp í loft og málar myndina øgiliga dramatiska við tí vón, at man endar við einum góðum úrsliti. Tað sama hendi við NATO-toppfundinum, har Donald Trump fór inn og segði einki skil var í, men eftir at hava kjakast í tveir dagar var brádliga tamarhald á tingunum og alt var so gott. Tað er ein framferðarháttur, ið amerikanski forsetin er kendur fyri. Tað er jú eisini tað, ið hansara bók the Art of the Deal handlar um, segði Jan Ziskasen og legði afturat.


- Man sær eisini, at amerikanarar longu eru farnir at tosa um at fáa eina góða avtalu við tey lond, ið man liggur í stríð við. Tí veruleikin er, at hvørki USA ella Kina kunna liva uttan hvønn annan. Tað ber slett ikki til. Rættiliga nógvar amerikanskar vørur, harímillum Apple, verða jú framleiddar í Kina.