Í september kærdi FNU saman við Fuglafrøðifelagnum umhvørvisárinsmetingina í sambandi við at veita meiri vatn til Vatnsnes í Suðuroynni til landsstýrisfólkið við umhvørvismálum.
Men enn er einki svar upp á kæruna komið frá landsstýrismanninum.
Sosialurin hevur spurt landsstýrismannin í umhvørvismálum, Helga Abrahamsen, um hví einki svar er komið.
– Kæran kom beint aftaná valið, og eg havi ikki sæð hesa kæruna. Eg havi kannað hetta nú, og tey skulu fáa svar ein av komandi døgunum, sigur Helgi Abrahamsen.
Les eisini: Vilja grava veitir í haganum uttan at spyrja eigararnar
Søga og mentanararvur
Í FNU leggja tey dent á, at náttúran í Ergidali er vøkur og serstøk, og hetta er eitt av fáu økjunum í Suðuroy, har mýrilendi er. Tey halda eisini, at hædd skal takast fyri søguni, tí fornleivdir eftir búsetingum frá víkingatíðini eru funnar í Ergidali. Í kæruni siga tey millum annað:
– At framleiða orku úr Ergidali, sum hýsir einum ríkum djóralívi og er til stóra gleði og gagn fyri fólk, fer at gera óbótaligan skaða, sum ikki er umhvørvinum at frama og fer ikki at minka um føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum.
FNU og Fuglafrøðifelagið siga eisini, at orkuverkætlanin er í stríð við Paríssáttmálan.
– Lat tað vera greitt, at ætlanin at brúka Vatnsnes og vátlendið rundan um vatnið til orkuframleiðslu ikki er í samsvari við skyldurnar, sum Føroyar hava mótvegis Paríssáttmálanum um at lækka útlátið av veðurlagsgassum. Veðurlagspolitikkur snýr seg um at steðga við stóru nýtsluni og framleiðsluni av fossilum brennievnum og ikki um oyðing av vátlendi, sum natúrliga dregur stórar nøgdir av CO2 úr luftini.
Les eisini: – Øll skulu sjálvandi hoyrast











