Hava kært Dimmalætting fyri Fjølmiðlanevndini

? - Summarfestivalurin harmast, at Dimmalætting sum ein av landsins størstu tíðindamiðlum, setir til síðis góðan fjølmiðlasið og ikki letur Summar Festivalin koma til orðanna í greinini.?

 

Soleiðis sigur Summar Festivalurin í kæruni, sum festivalurin hevur sent Fjølmiðlanevndini eftir atfinningarsomu greinina í Dimmalætting mánadagin

Fyrireikararnir av Summar Festivalinum eru misnøgdir við, at teir ikki eru slopnir at verja seg í Dimmalætting, sum eftir teirra tykki setti góðan fjølmiðlasið til viks, tá blaðið harðliga fanst at trygdini á Summar Festivalinum. Keldan til tíðindini vóru tvey fólk, sum høvdu starvast á festivalinum. Eingin myndugleiki og eingin fyrireikari varð spurdur um nakað í greinini, sum var forsíðusøgan, sum skuldi selja Dimmalætting hendan dagin.

 

Kæran frá Summarfestivalinum er soljóðandi:

 

? Dimmalætting ger í mánadagsblaðnum nógv burtur úr, at trygdin á Summar Festivalinum sambært tveimum starvsfólkum á festivalinum ikki var í lagi.

 

Summar Festivalurin hevur arbeitt tætt saman við myndugleikunum um trygdina á festivalinum. Hetta er gjørt bæði áðrenn festivalin, undir festivalinum og eftir festivalin, og samstarvið hevur verið stak gott. Myndugleikarnir hava góðkent almennu trygdina á Summar Festivalinum bæði undan festivalinum og í eftirmetingini.

 

Ein av sentralu pástandunum í greinini í Dimmalætting er, at tað vóru 28 eftirlitsfólk til 10.000 fólk. Hetta er ein sera misvísandi pástandur. Kontrollarnir, ið halda vakt við inngongdina og á økinum, eru bert ein partur av vaktarhaldinum og trygdarskipanini hjá Summar Festivalinum. Umframt hesar kontrollar, var eitt størri lið av løgreglumonnum, fólk frá Reyða Krossi Føroya, Klaksvíkar Sløkkiliði, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Norðoya Bjargingarfelag virkin á festivalinum, og tí er talið á teimum, ið høvdu við eftirlit og trygd á Summar Festivalinum at gera, omanfyri 100.

 

Fyri at minka um trýstið við stóra pallin, hevði Summarfestivalurin ein stórskíggja, sum var við til at spjaða stóru mannamúgvuna. At tað gjørdist tætt og trongligt í tjaldinum hóskvøldið, mugu vit taka til eftirtektar.

 

Summar Festivalurin harmast, at Dimmalætting, sum ein av landsins størstu tíðindamiðlum, setir til síðis góðan fjølmiðlasið og ikki letur Summar Festivalin koma til orðanna í greinini og svara skuldsetingunum. Hetta gevur greinini stóra slagsíðu og forðar fyri at týðandi misskiljingar, sum eru grundarlag undir greinini, verða svaraðar.

Greinin er í stríð við góðan fjølmiðlasið, og tí fer Summar Festivalurin at kæra greinina í Dimmalætting til Fjølmiðlanevndina.?