Á býráðsfundinum hóskvøldið 21. februar samtykti Klaksvíkar Býráð at játta 650.000 krónur til byggibúning av bústøðunum til menningartarnað við Mylnutún.
- Við hesari samtykt hevur býráðið gjørt sín part av hesari áhugaverdu bygging av bústøðum til fólk við menningartarni, sum Landsverk nú fer at byggja fyri Almannamálaráðið, upplýsir Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd býráðsins.
- Serliga hugaligt er at arbeiða við slíkum málum, tá ið alt býráðið tekur undir við teimum, og tí eri eg sera fegin um, at tað var eitt einmælt býráð, ið samtykti at játta hesar 650.000 krónurnar til byggibúningina, sigur Jóhan Lützen.
Væntandi verður projekteringin, sum Landsverk stendur fyri, liðug nú í februar mánaði, og tá verður hildið fram við verkætlanini, sum altso fyri kommununnar part snýr seg um rindan av niðurtøku av teimum bygningum, ið stóðu har áðrenn hetta arbeiðið er gjørt og nú snýr tað seg so um byggibúningina, tvs. grevstur, planering, møguliga spreinging og kloakkarbeiði.
Vardu íbúðirnar við Mylnutún verða eftir ætlan lidnar á vári 2014.










