Nú er av álvara klárt til at fara undir arbeiðið at byggja ítróttarhøllina á Hálsi út.
Tórshavnar Býráð hevur áður samtykt ætlanina, men nú hevur býráðið so endaliga samtykt at geva heimild til at brúka góðar 23 milliónir til endamálið.
Áður er peningur játtaður til jørðarbeiðið, sum er komið nakað áleiðis, men nú er peningurin so eisini játtaður til sjálvt arbeiðið.
Tá ið tað er liðugt, verður høllin tvær ferðir so stór, sum hon er nú, umframt at judofelagið og Borðtennisfelagið í Havn fáa hvør síni høli í kjallaranum.
Arbeiðið er boðið út og tað er stórur áhugi hjá byggifyritøkum at bjóða seg fram,við tað, at seks byggiharrar hava boðið upp á høvuðsarbeiðið, umframt at tað eisini eru fleiri arbeiðstakarar um boðið til tær smærru arbeiðstøkurnar.