Hava illgruna um at eldurin var ásettur

Løgreglan kannar nú málið og tey hava eisini tosað við fólk

Klokkan 16 seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í við fótbóltsvøllin í Runavík. Boðini fóru víðari til sløkkiliðið, sum fór á staðið alt fyri eitt. Løgreglan sigur, at sløkkiliðsleiðarin, sum var fyrstur á staðið, hevði eldsløkkjara í bilinum og tað eydnaðist honum at sløkkja eldin, áðrenn sjálvt sløkkiliðið koma á staðið. 

 

Men løgreglan sigur, at tey hava illgruna um, at eldurin var ásettur. Í hesum føri var eldurin kyknaður í einum skúri, sum liggur upp at áskoðaraplássinum og tey hava illgruna um, at onkur hevur verið inni har og sett eld í skrellispannina.

 

Nakað av skaða stóðst av eldinum, bæði av eldi, royki og sóti og ymiskt, sum var ikki, og sum ikki toldi so væl varma, er smeltað.

 

Løgreglan hevur tosað við fólk á staðnum, men tey fara eisini at brúka dagin í dag upp á at kanna málið fyri at vita um tey ikki fáa greiði á, hvør kann hava sett eld á.