Dreymurin hjá Víkingi er at vinna fyrsta FM heitið. At hann í fjør ikki varð til veruleika komst av, at liðið átta ferðir var partur av javnleikum. Nýggja kappingarárið er trý umfør gomul, og Víkingur hevur longu tvær ferðir spælt javnt.
Seinnapartin verður oyggjauppgerð, tá ið toftamenn fara at vitja í Sarpugerði. Talvan sigur, at heimaliðið er stórfavorittur ímóti uppflytarunum B68.
Hagtølini siga eisini, at tey seinnu árini hevur B68 ikki staðið seg so væl í Gøtu, sum toftamenn onkuntíð fyrr hava gjørt. Í fyrra árið vann Víkingur 1-0 og 3-1. Síðsta ferðin, at B68 vann stig í Sarpugerði, var í málleysa javnleikinum í 2010. B68 hevur bara einaferð vunnið ímóti Víkingi á útivølli. Tað var í 2008, tá ið toftamenn vunnu 1-0.
Hjá Víkingi er tað hugaligt, at Jón Krosslá Poulsen nú er tøkur. Hann varð í vetur keyptur til Víking og var ætlaður at taka við leiklutinum sum fremsti áleyparin, eftir at Finnur Justinussen fór av landinum. Orsaka av arbeiðsskaða hevur Jón Krosslá Poulsen enn ikki verið á Víkingaliðnum, har Philip Djordjevic hevur verið væl upplagdur í fremstu ódnini.
Hans Jørgen Djurhuus er framvegis skaddur í rygginum.
Hjá B68 er vongverjin í høgru Niklas Poulsen ikki tøkur orsaka av skaða í økslini.
Fleiri aðrir hava skaðar at dragast við, sum eru orsøk til, at tað er ivasamt, um teir eru førir fyri at spæla: Óli Olsen og Pedro Tarancon eru skaddir í lærkrikanum, og Kristian Anton Andreassen er skaddur í knænum. Ivan Joensen, sum undan kappingarbyrjan flutti úr KÍ og til B68 er framvegis darvaður av vøddaskað, ið ber við sær, at hann ikki er førur fyri at spæla.