- Tað ber snøgt sagt ikki til, at børn og ung við ymiskum trupulleikum skulu verða á sama stovni, siga fyrrverandi starvsfólk á Rókini.
Nú landsstýrið hevur gjørt av, at børn og ung, sum hava verið brúkarar á teimum báðum stovnunum, Rókini og Slóðini, skulu flytast niðan í Mjørkadal, halda fyrrverandi starvsfólk, sum áður arbeiddu á Rókini, at Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, í sínum svari til Høgna Hoydal á tingfundi í dag ikki sigur allan sannleikan.
Høgni Hoydal spurdi landsstýriskvinnuna um framtíðarlagnuna við Rókini og Slóðini.
Rósa segði, at báðir stovnarnir skulu leggjast saman. Hon legði aftrat, at flutt verður í Mjørkadal til várs.
Á tingfundi í dag øtaðust fleiri politikarar um hesa ætlan hjá landsstýriskvinnuni, og Jenis av Rana kallaði ætlanina sinnissvaka.
Í svari sínum til fyrispurnigin hjá Høgna Hoydal, staðfesti landsstýriskvinnan, at starvsfólkið og barnaverndartænastan hava verið við í tilgongdini at leggja stovnarnar saman í ein, sum skal húsast í Mjørkadali.
Men úttalilsini hjá Rósu Samuelsen hava ført til, at fyrrverandi starvsfólk á Rókini hava vent sær til Portalin.
Tey siga, at seks av átta starvsfólkum seinasta árið eru farin úr starvi, og at bert tvey eru eftir av teimum, ið starvaðust á Rókini.
- Vit hava havt óteljandi fundir við eitt nú stjóran á Almannastovuni um ætlaninar at leggja stovnarnar saman, og vit hava alla tíðina víst á, at ætlanin er heilt burtur við.
Fyrrverandi starvsfólkini siga, at eingin teirra hevur verið fyri hesi ætlan.
- Tað ber snøgt sagt ikki til, at børn og ung við ymiskum trupulleikum skulu verða á sama stovni, siga fyrrverandi starvsfólk.











