Tað verður ikki á hesum sinni, at eisini skílanæmingar undir 18, eisini fara at fáa lestrarstuðul á jøvnum føti við næmingr yvir 18 ár. Tað er greitt nú Mentanarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um at næmingar undir 18 ár skulu fáa lestrarstuðul, akkurát sum næmingar yvir 18 ár.
Fólkaflokkurin heldur, at tá ið tað bara eru miðnámsskúlanæmingar yvir 18 ár, sum fáa lestrarstuðul, er tað at gera mismun á næmingum, tí útreiðslurnar hjá einum 17 ára gomlum miðnámsskúlanæmingi eru ikki øðrvísi enn hjá einum 18 ára gomlum.
Men hesum er meirilutin í Mentmálanevndini ikki samdur í. Meirilutin eru øll umboðini fyri samgonguna, og Sambandsflokkurin.
Tey halda, at í uppskotinum verður ikki hugsað nóg nógv um heildina. Eitt nú er tað ikki tikið við, at foreldur hava skyldu at forsyrgja børnunum til tey fylla 18 ár og tey fáa eisini frádrátt í skattinum fyri børn undir 18 ár.
Tey vísa eisini á, at tey hava fingið upplýst, at hetta fer at kostar landskassanum minst 13,3 milliónir, men at eingin fígging er til tað, so einki er upplýst um, hvaðani pengarnir skulu koma til.










