Vit hava ikki slept ætlanini at flúgva eina beinleiðis rutu ímillum Føroyar og USA.Tað sigur stjórin í Atlantsflogi, Jóhanna á Bergi.
Tað eru meiri enn tveimum árum síðani, at Atlantsflog kunngjørdi, at ætlanin var at fara undir beinleiðis rutuflúgving ímillum Føroyar og amerikanska stórbýin, New York, og eftir ætlan skuldi farast undir flúgvingina á heysti í 2019.
Men tað dróg út at fáa øll tey neyðugu loyvini til vega og tí varð tað av ongum. Men tíðliga í fjør vóru øll viðurskifti fingin í rættlag og øll loyvi vóru útvegað. Men so varð heimurin raktur av koronu, so heldur ikki tað var av ongum.
Men Jóhanna á Bergi sigur, at tey hava ikki slept ætlanini og at tey fara undir eina rutu til New York, tá ið støðan í heiminum aftur verður, sum vanligt, og korona-farsóttin er farin aftur um.
– Vit hava ikki slept ætlanini, men hon er útsett í óásetta tíð sigur hon. Men hon sigur kortini, at hon kann næstan siga við vissu, at tað verður ikki í ár, at tey fara at flúgva upp á New York. Men so leggur hon afturat, at støðan broytist so skjótt, at einki er heilt vist longur.
Tað eru einir tríggir flogvøllir í New York, sum talan er um at flúgva til, men Jóhanna á Bergi sigur, at tað er ikki avgjørt, hvønn av teimum, Atlantsflog fer at flúgva til.











