Sambært spanska Marca hevur Real Madrid enn ikki slept ætlanunum um at fáa hendur á Franck Ribéry. Bayern München hevur støðugt sagt, at teir ikki vlija selja spælaran, men nú hevur Real Madrid boðið teimum 425 milliónir fyri spælaran. Bayern München hevur júst keypt Arjen Robben úr Real Madrid, og tí verður mett, at spanska felagið í evstu løtu kann sleppa at brúka nakað afturat teimum 2,2 milliardunum, sum longu eru brúktar til spælarakeyp í summar.









