Hava ikki slept høllini

Hóast FSF púrasta tykist hava slept ætlanunum um eina fótbóltshøll, so hava tey á Toftum framvegis vónina um, at Svangaskarð skal verða karmur um slíka høll

Fótbóltur

 

Upprunaliga var Svangaskarð partur av kapprenningini við Skálabotn um rættin til tær 12 UEFA-milliónirnar, sum FSF hevði ætlað til eina fótbóltshøll. Men síðani valið fall á høllina í Skálabotni, hevur verið rættiliga friðarligt við tosinum um eina høll á Svangaskarði.

 

Ballón á Svangaskarði

Men hetta merkir tó ikki, at ætlanin um eina høll á Toftum er slept. Heldur ikki, hóast FSF-útmeldingin nú sigur, at tankarnir um menning av føroyskum fótbólti verða vendir aðrar vegir enn móti eini fótbóltshøll.

- Vit hava í eina tíð havt varhugan av, at ætlaða høllin í Skálabotni kanska varð av ongum. So vit hava eisini skavað nakað í ætlanini, sum á sinni varð send inn av Toftum, sigur Símun Johannesen, sum er borgarstjóri á Toftum.

- Heilt ítøkiliga hava vit ikki nakra lidna ætlan, sum vit nú kunnu leggja fram, men vit hava kannað nøkur viðurskifti. Og her tykist mest upplagda loysnin vera ein sonevnd ballón-høll. Tað vil siga ein høll, har ein luftbobla at kalla verður løgd yvir Svangaskarð.

- Tá vit av fyrstan tíð hoyrdu um hendan møguleikan, hildu vit, at hetta kanska ljóðaði dekan ov smart. Men vit hava kannað hesar loysnirnar, og tað er helst besti møguleikin. Fram um ætlanina at gera ein nýggja høll, so hevur hetta tann fyrimunin, at vit longu hava allar fasilitetir við vøllin á Svangaskarði. Tí snýr tað seg um at inniloka vøllin og møguliga húsið við. Og síðani at skifta grasið út við graslíkið.

- Vit vita, at bæði í Íslandi og í Noreg eru slíkar hallir ávegis. Framleiðarin stendur inni fyri, at høllin tolir í minsta lagi 70 m/s í vindmegi, so vit meta okkum heilt avgjørt hava eitt sera gott alternativ til nú sleptu ætlanini í Skálabotni, sigur borgarstjórin.

Borgarstjórin sigur ikki nakað um kostnaðin. Men sum Sosialurin hevur skilt, so liggur kostnaðarmetingin av eini høll á Svangaskarði um tær 20 milliónirnar. FSF hevur ikki sagt alment, hvørjum tølum roknað varð við í Skálabotni. Men í fjør vórðu tøl sum 60 milliónir nevnd, og við teimum príshækkingum, sum síðani hava verið, er als ikki veruleikafjart at hugsa sær, at endaligi kostnaðurin vildi verið onkra staðni millum 60 og 80 milliónir.

 

Hava sent áminning

Formliga hevur Svangaskarð ikki verið partur av nakrari hallarætlan, síðani avgerðin á sinni fall á ætlanina í Skálabotni. Og hóast toftamenn ikki hava nakra lidna ætlan her og nú, so hava teir mint FSF á teirra møguleika.

- Tað er jú nakað av tíð síðani, at tað vóru tekin um trupulleikar við høllini í Skálabotni. Og at tann ætlanin soleiðis kundi detta niðurfyri. Vit gjørdu tí av at senda FSF eitt skriv, har vit mintu á, at vit eisini høvdu latið umsókn inn. Okkara fatan var og er, at gjørdist støðan tann, at Skálabotnur ikki bleiv veruleiki, so eiga vit at fáa møguleikan at leggja hesa ætlanina fram.

Men FSF sigur, at tað nú skal arbeiðast skjótt. Hvussu skjótt kunnu tit hava eitt liðugt projekt um nýggja fótbóltshøll klárt?

- Enn hava vit ikki gjørt eina ítøkiliga ætlan. Men nú hin ætlanin er slept, seta vit sjálvandi ferð á. Okkara vón er í øllum førum, at vit fáa tann møguleikan, sum vit halda okkum hava rætt til. Og vit halda eisini, at tað fyri føroyskan fótbólt vildi verið stórt spell, um eingin fótbóltshøll verður bygd í Eysturoynni. Og tað er so heldur ikki bara fótbólturin, sum kann fáa gleði av slíkari høll, sigur Símun Johannesen.