Hava ikki sett nakað bann

- Vit hava ikki forbjóða The Da Vinci Code, sigur Jegvan Bæk sálarfrøðingur og leiðari á Filmseftirlitinum

Filmsbann

Støðan hjá filmseftirlitinum er hon, at landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur 9. Februar í ár sett arbeiðsbólkin ið skal fyrireika eina umskipan av virkseminum hjá Filmseftirlitinum.
Limirnir í bólkinum eru Eyðun Joensen, sálarfrøðingur og formaður fyri bólkin, Jegvan Bæk, sálarfrøðingur og leiðari á Filmseftirlitinum, Hanus á Krákusteini, skrivstovumaður á Filmseftirlitinum, Sigurð Ó. Vang, fulltrúi á Fjarðskiftiseftirlitinum, Krista Hvannastein, námsfrøðingur, og Urd Johannesen, fulltrúi á Mentamálaráðnum og skrivari hjá bólkinum.

Hvussu við The Da Vinci Code?
Hvussu virkar Filmseftirlitið í hesum døgum, meðan fyrireikingararbeiðið at umskipa Filmseftirlitið gongur fyri seg?
- Vit arbeiða sum vanligt, við at síggja filmar, ella við at meta um filmar út frá lýsingum av filmum, hetta gera vit allantíðina og gera hetta enn.
- Hava tit forboði filminum, The Da Vinci Code?
-Vit hava ikki forbjóða The Da Vinci Code. Nei, hetta hava Havnar Bio sjálvir gjørt, staðfestir Jegvan Bæk.

Álitið liðugt í heyst
Arbeiðsbólkurin hevði fund við landsstýrismannin tann 3. februar, har málið varð umrøtt og farið var ígjøgnum arbeiðssetningin. Nevndin er nú farin til verka eftir hesum arbeiðssetningi:

1. Gerast skal ein stutt almen lýsing og útgreining av núverandi støðu í Føroyum viðvíkjandi Filmseftirlitinum.
2. Gerast skal ein útgreining av hvussu virksemið hjá líknandi myndugleikum í grannalondunum er skipað og lagt til rættis, og hvørjar uppgávur hesi røkja.
3. Við støði í 1) og 2) at gera ítøkilig uppskot og útgreiningar av virkseminum og uppgávunum sum arbeiðsbólkurin metir at Filmseftirlitið í framtíðini eigur at leggja seg eftir at røkja. Harumframt, hvat fyri broytingar krevjast fyri at røkja eitt umskipað virksemi.
4. Gera eina kostnaðarmeting av lógarbroytingini.

Miðað verður ímóti at hava fyrireikingararbeiðið liðugt tíðliga í heyst.