Hava ikki sent sáttmálan

?Landsstýrið skal undir øllum umstøðum góðkenna sáttmálarnar fyri dagrøktirnar

 

Sáttmálarnar, sum dagrøktirnar hava fingið við tær ymsu kommunurnar eru eitt sindur ymiskir. Men í øllum førum er tað greitt, at landssýrið skal góðkenna teir.

Tað sigur bygdaráðsformaðurin á Strondum, Eivind Jacobsen.

Hann sigur, at tað stendur í øðrum løgtingslógum, at landsstýrið skal góðkenna teir og so er tað líka mikið, hvat stendur í sáttmálunum. Tí sendu strandingar fíggjarmálastýrinum sáttmálan til góðkenningar, hóast tað ikki stendur í honum, at landsstýrið skal góðkenna hann.

Samstundis eru sáttmálarnir ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag eisini sendir landsstýrinum til góðkenningar. Men í teimum stendur tað beinleiðis, at landsstýrið skal góðkenna teir.

?Landsstýrið hevur boðað okkum frá, at tað skal góðkenna allar sáttmálar, sigur Peter Kruse, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Tí stendur tað í teimum, at teir koma í gildi 1. januar, treytað av, at landsstýrið góðkennir teir.

Men sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, vil landsstýrið ikki góðkenna sáttmálarnar. Sostatt er sáttmálaloysi og fleiri, sum hava við málið at gera, vænta, at tað fer helst at fáa avleiðingar


Senda ikki inn

Í Vági, sum er ein av teimum størru kommununum, hava tey eina heilt aðra áskoðan.

Vágur er ikki í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, men hevur samráðst við Føroya Arbeiðarafelag saman við fýra øðrum stórum kommunum, sum heldur ikki eru limir.

Jógvan Krosslá, býráðsformaður, sigur, at í teirra sáttmála, stendur, at hann verður settur í gildi, treytað av, at býráðið góðkennur hann.

? Tað stendur onki í sáttmálanum hjá okkum um, at landsstýrið skal góðkenna sáttmálan. Tí hava vit heldur ikki sent teimum hann til góðkenningar, sigur Jógvan Krosslá.

Alt hetta kundi bent á, at støðan er rættiliga fløkt í løtuni og spurningurin er tí eisini, sum sáttmálin hjá vágbingum yvirhøvur hevur gildið, tá ið landsstýrið ikki hevur góðkent hann, hóast onki stendur í sáttmálanum um tað.

Og sum nevnt aðrastaðni, eru tey fólkini í landsstýrinum, sum hava við hetta málið at at gera, ikki til arbeiðis.