Hava ikki ráð til føðingardagar

Einligir forsyrgjarar eru fátækir í Føroyum. Hetta hevur stórar sosialar avleiðingar, vísir nýggj kanning, sum verður løgd fram í Miðlahúsinum mikukvøldið

Stættastríðið er avgjørt ikki av, um tú spyrt ein einligan forsyrgjara í Føroyum. Hesin samfelagsbólkur hevur so vánalig fíggjarlig og sosial kor, at tað er nærum ógjørligt at yvirliva.
Tær stóru sosialu og sálarligu avleiðingarnar av fátækradøminum gera tað freistandi at pakka saman og at flyta av landinum.
Hetta vísir ein nýggj og slóðbrótandi kanning, sum er hin fyrsta av sínum slag um livikorini hjá einligum forsyrgjarum í Føroyum.

Slóðbrótandi kanning
Kanningin er spesialið hjá teimum báðum, Siri Hansen og Anniku Antoniussen, sum luku kandidatútbúgving innan pedagogik og sosiologi á Danmarks Pædagogiske Universitet í 2009.
Í kanningini, har prátað verður við einligar forsyrgjarar um fíggjarlig og sosial kor, verður millum annað staðfest, at tað hevði verið ógjørligt at klárað seg, um tað ikki var fyri familjuna og annað netverk. Í samrøðunum fortelja einligu forsyrgjarnarnir um tiltøk og tilboð, sum tey mugu forsøma.

Ikki ráð at liva
Her nøkur dømi úr samrøðum í spesialinum:
“..mín skal avstað nú. Tað kostar 10.000 kr. pluss lummapening.. tey skulu til London á hotelli í 8 dagar... og so sigur man, at fólkaskúlin er fyri øll.. tað er hann ikki, tá tú noyðist at rinda 10.000 kr...”
”ja, tey vilja hava tað sama, sum hini skúlabørnini... Ganga úti saman og sovorðið. Tá stendur illa til.. – jamen, so skulu tit ikki drekka so nógva mjólk hendan mánaðin og ikki hava so nógv rugbreyð.”
”Tað er hart, at noyðast at takka nei til føðingardagar, tí eg havi ikki ráð.”
“... eg droppaði at fara í konfirmatión í gjárkvøldið, tí eg havi simpulthen ikki ráð”.
“...tú noyðist at avbyrgja teg sosialt, tí tú hevur snøgt sagt ikki ráð til tað..”

Meira í Miðlahúsinum
Úrslitini av kanningini verða løgd fram á almennum fundi í Miðlahúsinum mikukvøldið kl. 19.30, har høvi eisini verður at kjakast um fíggjarligu og sosialu korini hjá einligum forsyrgjarum í Føroyum.