Upptakt
Seinasta tíggjuáraskeiðið ella gott og væl tað, hevur GÍ átt ein fastan sess í føroyska fótbóltsoddinum.
Ivaleyst høvdu gøtufólk eisini vónað, at soleiðis skuldi verða í ár, men veruleikin hevur higartil verið ein annar. Somikið nógv stendur nú á, at megna teir ikki at fáa stig við sær úr Havnini, so er vandi fyri, at sambandið upp til europeisku sessirnar verður heilt burtur, og hetta vilja gøtumenn neyvan lata fara framvið, soleiðis uttan víðari.
Ein partur av frágreiðingini upp á laku úrslitini hevur uttan iva verið, at GÍ hevur verið rakt av skaðum, og tá hópurin ikki er hin breiðasti í landinum, so raka hesir meint.
Nú røkist tó fyri, at flestu leikararnir eru um at vera klárir, og einasti leikarin, sum við vissu ikki verður við hesaferð er langtíðarskaddi Krzystof Popczynski. Bartal Eliasen noyddist av vøllinum við skaða fyri viku síðani, og er heldur ivasamur, men hann plagar at treiskast, og tí kann roknast við, at hann verður við frá fyrsta bríksli.
Hjá B36 hevur talan somuleiðis verið um heilt fitt av skaðum í ár, men eisini hjá teimum tykist nú at ganga rætta vegin.
Serstakliga hevur hetta rakt miðvøllin, men nú røkist fyri, at Klæmint Matras, Din Sandu og Julian Florescu allir eru tøkir aftur. Klæmint spældi annars eisini við seinasta vikuskiftið.
Og eins og hjá GÍ, so hevur B36 heldur ikki ráð at missa nakað serligt av stigum afturat, um teir skulu gera sær vónir um ein sess í oddinum. Higartil hevur liðið mist seks stig á heimavølli, so har eru neyvan ráð at missa fleiri.