Er rentan, sum føroysku bankarnir krevja fyri at læna pening út, ov høg?
Er nøkur verulig kapping ímillum bankarnar, soleiðis sum teir sjálvir so staðiliga tvíhalda um, at tað er?
Alt hetta, og breiðsíðuna frá landsstýrismanninum í vinnumálum, sum er nevnd í hinari greinini, kundu vit havt fingið svar upp á.
Fyrr í ár fór Kappingareftirlitið nevniliga undir at kanna kappingarviðurskiftini í føroyska fíggjarheiminum.
Men Terje Sigurðsson, deildarleiðari í Kappingarráðnum, sigur, at tey máttu gevast, tí játtanin til stovnin er uppi og tey høvdu ikki ráð til at gera kanningina lidna.
Skert inn á bein
Terje Sigurðsson sigur, at tað var orsakað av sparingum, at Kappingarráðið noyddust at leggja kanningina á hyllina.
- Játtanin á fíggjarlógini til stovnin varð skerd so nógv, at vit máttu leggja alt virksemi á hyllina uttan akkurát tað mest átrokandi, sum tað beinleiðis er ásett í lógini, at vit skulu gera.
Hann sigur, at tá ið lógin varð broytt í 2008, komu Kappingarráðið og Vinnumálaráðið til ta niðurstøðu, at skuldi Ráðið klára at umsita øll hesi krøvini forsvarliga, skuldu minst fimm fólk veru í starvi í Kappingarráðnum
- Tá ið fíggjarlógin fyri 2008 varð løgd fram, varð lagt upp fyri hesum og tí vórðu góðar 2,7 milliónir settar av til Kappingarráðið.
Men løgtingsval hevði verið, so fíggjarlógin kom ikki í gildi fyrrenn mitt í árinum og tað eydnaðist ikki at seta størvini.
Og tá ið fíggjarlógin fyri í ár kom stutt eftir, var ein heil millión skarvað av, so at vit fingu ikki meiri enn 1,7 millión.
Onki fólk at gera kanningar
Terje Sigurðsson sigur, at Kappingarráðið mátti sjálvsagt laga virksemi til tann fíggjarliga veruleikan og tí mátti bæði bankakanningin og nógvar aðrar kanningar, leggjast á hyllina.
- Í dag er støðan tann, at játtanin fyri í ár er uppi. Sostatt er onki fólk til at gera hesa bankakanningina og nógvar aðrar kanningar, sum vit halda, at vit áttu at farið undir.
Deildarleiðarin sigur, at sum støðan er nú, fær Kappingarráðið at kalla onki gjørt uttan tað allarmest neyðuga, sum lógin beinleiðis áleggur ráðnum at gera.
Sostatt vísir tað seg, at fyri so vítt segði Johan Dahl satt, tá ið hann í Løgtinginum í gjár segði, at Kappingarráðið var farið í holt við at kanna bankarnar, soleiðis sum greitt er frá í hinari greinini her á síðuni.
Men veruleikin er, at vit fóru undir eina slíka kanning, men hava ikki havt ráð til at gera hana lidna og tí er hon løgd á hyllina.
Amputeraður kappingarmyndugleiki
Her skal leggjast afturat, at tað er júst Johan Dahl, sum umsitur kappingarráðið.
Næsta ár hevur landsstýrið skotið upp at seta 1,9 millión til Kappingarráðið.
Fyri tað játtina kann Kappingarráðið hava trý fólk í starvi.
- Men tað kunnu vit eisini gera nakað av nyttu, sigur Terje Sigurðsson.
Hinvegin sigur hann, at tað, sum er lagt upp til, er ein amputeraðu kappingarmyndugleiki.
Hann vísir eisini á, at Kappingareftirlitið í Grønlandi hevur eina játtan upp á 10 milliónir og tað hendir ongastaðni í londunum rundan um okkum, at kappingareftirlitini verða skerd, heldur er gongdin tann, at tey verða styrkt, tí tað verður mett, at slíkt eftirlit hevur rættiliga stóran týdning.
Johan Dahl staðfestir í stuttari viðmerking, at støðan er ikki nøktandi, men at hann í sambandi við fíggjarlógararbeiðið fer at royna at hækka játtanina til Kappingarráðið.
Les eisini greinina: Bankarnir mergsúgva vinnulívið