Hava ikki ráð at hita húsini

Tann stóra búskaparkreppan í Grikkalandi hevur nógvar ymiskar avleiðingar fyri fólk, og ein er, at nógv fólk hava ikki ráð at keypa olju til at hita húsini við. Tað ger tað ikki lættari, at oljan er dýrkað meiri enn 30 prosent tað seinasta árið.

Karablias Stephanos, sum fæst við at selja húsarhaldum oljum, sigur við fjølmiðlarnar, at seinasta vetur minkaði sølan millum 20 og 25 prosent samanborið við næstseinasta vetur. Karablias Stephanos vónar ikki, at minkingin verður líka stór í vetur.

Summir grikkar eru farnir at brenna við teir kaldastu dagarnar. Vónin er, at veturin verður ein av teimum lýggju, men teir seinastu dagarnar er tað vorðið kaldari í Grikkalandi.