Hava ikki pláss fyri fleiri heimleysum í Havn og í Klaksvík

Herbergini eru mest sum altíð full, vísir ein uppgerð

Á herberginum hjá Frelsunnarherinum í Havn er mest sum fult alla tíðina

Tey bæði hergergini í landinum eru mest sum altíð full av fólki, sum onga aðrastaðni hava at vera. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Herberg er eitt hús, har heimleys kunnu fara. Á einum herbergi er uppihaldstíðin avmarkað og tað er ikki ætlað sum langtíðarbústaður.

 

Hinvegin neyðhýsa náttarherberg fólki og tey eru ætlað teimum, sum ikki hava fastan bústað. Hetta eru fólk, sum skifta ofta millum ymiskar bústaðir.

 

##med2##

 

Í Føroyum eru tvey herberg, tað er herbergið hjá Frelsunnarherinum í Havn, og Gloria, í Klaksvík.

 

Uppgerðin vísir, at øll kømrini vóru upptikin mest sum hvønn dag í fjør. Tað merkir, at tað búðu 26 fólk á herbergunum næstan alla tíðina, og í januar í ár vóru tey 27 í tali.

 

Hagtølini vísa samstundis, at hetta seinasta árið hava tað verið at kalla tey somu, sum búgva á herbergunum.

 

Sostatt eru ongi kømur til til taks at hýsa fleiri heimleysum á herbergunum. Í fjør vóru 26 kømur og í januar kom eitt afturat, so nú eru 27 kømur á herbergunum.

 

Herbergini eru ikki ætlað til at fólk skulu búgva har í longri tíð, men Herbergið í Havn hevur kortini tvey kømur til langtíðarbústað.

 

Í januar í ár vóru sekstan gistinætur á náttarherberginum. Til samanberingar vóru gistinæturnar 48 í tali sama mánað í fjør. Ein gistinátt er, hvussu nógv fólk eru á herberginum, og hvussu leingi tey eru. Eru trý fólk á herberginum í tríggjar dagar, eru tað níggju gistinætur.

 

Men tað hava eisini verið tíðarskeið, har herbergini hava verið so full, at tað hevur verið neyðugt at fáa nakrar madrassur afturat til fólk at liggja á tí allar sengur hava verið upptiknar.

 

Á herberginum hjá Frelsunnarherinum í Havn er mest sum fult alla tíðina

Talvan vísir, at tann síðsta í hvørjum mánað, vóru herbergini full