Føroya Handverksmeistarafelag skrivar í ársfrágreiðing síni, at eingin ivi er um, at føroyska byggivinnan hevur staðið í vøkstri seinastu árini. Tó er langt eftir enn, áðrenn vinnan nær sama støðið sum hon var á undan fíggjarkreppuni í 2008.
- Vinnan er við at fóta sær, men framvegis eru forðingar. Byggivinnan er ein týðandi vinnugrein í føroyska búskapinum, og fleiri enn 1.500 løntakarar hava sítt dagliga yrki í byggivinnuni. Seinastu árini hava lønarútgjaldingarnar í byggivinnuni verið umleið 11 prosent av samlaðu føroysku lønarútgjaldingunum og hava verið alsamt vaksandi seinastu árini. Tó hava útgjaldingarnar framvegis ikki nátt sama støði sum undan altjóða fíggjarkreppuni í 2008, er boðskapurin í ársfrágreiðingini hjá Føroya Handverksmeistarafelag
Tøl frá Hagstovuni vísa, at talið á løntakarum í byggivinnuni var í 2014 beint omanfyri 1.600 fólk, og talið hevur verið hækkandi síðani 2012. Enn er nakað á mál, áðrenn komið verður á sama støðu sum undan kreppuni, tá fleiri enn 2.000 løntakarar vóru í vinnuni.
Føroya Handverksmeistarafelag sigur, at tað er ein greiður samanhangur millum talið á lærlingum og virksemi í vinnuni annars. Í 2006 vóru umleið 380 lærlingar í byggivinnuni. Árini eftir fall talið munandi, og í 2009 vóru bert umleið 100 lærlingar. Lærlingatalið er síðani økt nakað og í 2014 vóru umleið 170 lærlingar. Eisini hetta peikar á, at enn hevur byggivinnan ikki fóta sær fullkomiliga.
Flest lærlingar læra til maskinsmið, timburmann ella elektrikara, skrivar Føroya Handverksmeistarafelag.










