Árni ellefsen sigur, at tað er ein avbjóðing hjá bankunum at tjena pengar, nú rentan er so lág sum hon er. Hann noktar tó fyri, at bankin hevur sett tænastugjøldini upp.
- Vit taka ikki hægri tænastugjøld. Ein stórur partur av okkara tænastugjøldum koma úr Danmark, tí vit hava geva fleiri realkreditlán enn áður, so tað kemur meiri frá størri volum enn størri satsum, sigur hann.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð kemur meginparturin av inntøkunum frá virkseminum í Grønlandi og Danmark.
BankNordik umhugsar at selja høvuðssæti á Oknarvegi í Havn. Árni Ellefsen greiðir frá, at Fíggjareftirlitið var á vitjan í Føroyum í heyst og teirra meting var, at bygningurin var væl minni verdur, enn bankin gav upp í sínum roknskapi.
- Tað viðførdi eina niðurskriving á 20 milliónir. Nú er hann niðurskrivaður til eitt virði, har vit trúgva, at vit kunnu selja hann fyri nógv meiri enn tað bókaða virði, og samstundis leiga hann fyri eina rímiliga leigu, sigur bankastjórin.
- Tað er ikki so at hvørki okkara starvsfólk ella okkara kundar fara at merkja tað. Hetta er ein spurningur um vit eiga ella leiga bygningin, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Árna Ellefsen á Rás 2.