Hava ikki givið skarvin yvir

Verður okkara uppskot fylgt, kann farast undir arbeiðið at gera tunlar Norður um Fjall alt fyri eitt, sigur løgtingsmaður úr andstøðuni. Aftur á ólavsøku verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at gera tunlarnar beinanvegin

Teir tinglimir úr andstøðuni, sum vilja hava arbeiðið at gera tunlar Norður um Fjall at byrja alt fyri eitt, hava ikki givið skarvin yvir enn.

 

Beint eftir ólavsøku fer andstøðan nevniliga enn einaferð at leggja eitt uppskot fyri Løgtingi um at fara undir tunlarnar.

 

Fyri tveimum mánaðum legði andstøðan annars eitt umstrítt uppskot fyri Løgtingið um at gera tunlarnar. Uppskotið var umstrítt, tí at talan var at lata Norðoyatunnilin standa fyri arbeiðnum og endamálið við tí er, at so kann ein partur av teimum fíggjast við bummgjaldi úr Norðoyatunlinum.

 

Øll andstøðan atkvøddi fyri, men samgongan feldi uppskotið. Kortini ger av teimum, sum løgdu uppskotið fram, Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður í Fólkaflokkinum, nú greitt, at uppskotið verður lagt fram aftur á ólavsøku.

 

– Vit hava biðið umsitingina hjá Løgtinginum leggja sama uppskot fyri Løgtingið aftur, sigur Jákup Mikkelsen.

 

Og hesa ferð ætla tey at leggja mest møguligt trýst á samgonguna, tí Jákup Mikkelsen sigur, at tey fara at bjóða samgongutinglimunum, Jónleifi Johannesen úr Javnaðarflokkinum, og Óluvu Klettskarð úr Tjóðveldi, at vera við til at leggja uppskotið fram. Og eru tað aðrir tinglimir í samgonguni, sum vilja vera við, eru teir vælkomnir til tað, leggur hann afturat.

 

Tá ið uppskotið var til viðgerðar í vár, gjørdu tinglimir í samgonguni greitt, at tað bar ikki til at fara undir eina so dýra ætlan uttan at leggja tað inn í eina heild. Nógvum tinglimum í samgonguni dámdu heldur ikki, at bummgjald úr Norðoyatunlinum skuldi brúkast til at fíggja ein part av tunlinum. Tey halda ikki at tað er rætt, at tey, sum av tilvild hava ein gjaldstunnil í grannalagnum, skulu fáa fyrsta rætt til samferðsluútbyggingar. Summi hildu, at tað næsta verður so, at vestmenningar fara at krevja tunnil til Vestmanna tí at so kann bummgjald úr Vágatunlinum fíggja ein part av honum. 

 

Tey í samgonguni hildu eisini, at tað ber ikki til at taka einstakar farleiðir burtur úr, tá ið samferðslunetið skal byggjast út, tí tað má gerast í eini heildarætlan, annars missa tey yvirlitið. 

 

Men Jákum Mikkelsen førir fram, at tað er heilt ábyrgdarleyst at drála við tunlunum Norður um Fjall og eftir teirra uppskoti verða teir í roynd og veru bara eitt framhald av Norðoyatunlinum.

 

Á langtíðarætlanini hjá landinum er peningur longu settur av til tunlarnar Norður um fjall. Í langtíðarætlanini hjá landsstýrinum stendur, at tunlarnir Norður um Fjall skulu gerast í 2022 og 2023. 

 

– Størsti fyrimunurin við okkara uppskoti er, at tunlarnir kunnu framskundast trý ella fýra ár, uttan at tað kostar landskassanum eina krónu, sigur Jákup Mikkelsen. Tvørtur ímóti kann gjaldið hjá landskassanum drýggjast yvir fleiri ár.

 

Tunlarnir eru mettir at kosta 360 millónir krónur og tinglimirnir úr andstøðuni skjóta upp, at Norðoyatunnilin skal taka lán og fíggja 80 milliónir krónur av teimum.

 

Tað merkir, at tey, sum koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, og rinda bummgjald, skulu rinda 80 milliónir krónur av tí tað kostar at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall, og at landskassin skal rinda 280 milliónir.