Tey, sum leita eftir leivdum av tí norska Hercules-flogfarinum, sum satt niður við fjallið Kebnekaise í Norðursvøríki tann 15. mars, hava nú funnið umleið 20 prosent av flogfarinum.
-Tey minstu pettini eru ikki størri enn frímerkir, og tað størsta, sum vit hava funnið, er helvtin av halanum, sigur Agne Widholm, sum samskipar leitiarbeiðið fyri svensku skaðanevndina. Men teir svørtu kassararnar hava leitingarfólkini ikki funnið enn.
-Vit hava funnið ymiskt, sum var nærhendis teimum svørtu kassunum í flogfarinum, men kassarnar hava vit ikki sæð enn. Men vit hava vónir um at finna ferðskrivaran og upptøkutólið, sum skrásetti tað, sum sagt varð, sigur Agne Widholm við norska kringvarpið.