Enn hevur løgreglan ikki funnið persónum, sum stjól ein bil á Mýrivegi í Klaksvík.
Bilurin varð senni funnin aftur í Hvannasundi. Har høvdu fólk sæð bilin koyrt púra skilaleyst.
Bilurin hevði fingið stóran skaða, onnur síðan var illa farin og speglið brotið. Tað, heldur løgreglan, bendir á, at hann kann hava tikið í tunnilsveggin.
Løgreglan hevur fingið nakrar fráboðanir, men enn onga, sum hevur ført til nakra handtøku.
– Vit hava tryggjað okkum prógv, so sum dna-spor og annað, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Tá løgreglan tryggjar sær dna-spor, so merkir tað ikki altíð, at tey verða send til kanningar í Danmark. Tað veldst um vavið brotsgerðini.