Fyrrapartin verður avgjørt, um leitingin eftir flogfarinum, sum hvarv í gjár á veg úr Íslandi til Skotlands, skal halda fram Eitt skip hjá íslendsku sjóverjuni hevur leitað í nátt á staðnum, har tað lítla amerikanska flogfarið hvarv um middagsleitið í gjár. Skipið hevur hvørki funnið flogfarið ella flogskiparan.
Tað hevur verið vánaligt veður á leitingarleiðini við nógvum vindi og stórari aldu.
Íslendingar ætla at senda eitt flogfar hjá sjóverjuni at leita í morgun. Er leitingin framvegis úrslitaleys út á fyrrapartin, skal støða takast til, um leitingin skal halda fram.
Tað horvna flogfarið er av slagnum Piper Cherokee, og flogskiparin var einsamallur í tí. Tá tað hvarv, var tað 130 fjórðingar í landssynning sunnan úr Hornafirði ella umleið 70 fjórðingar vestan fyri føroyska markið.










